«2021»Í dag«Okt»
        1 2 3
4 5 6 7 8 9 10
11 12 13 14 15 16 17
18 19 20 21 22 23 24
25 26 27 28 29 30 31
M T M H F L S

Øverst på formularen

Viðtøkur fyri Vága Dansifelag

  

§ 1.

Navn felagsins er Vága Dansifelag. Felagið hevur heimstað í Beitinum. Avgreiðsla er hjá formanninum.

 

§2.

Endamál felagsins er at varðveita og vekja ans og virðing fyri føroyska dansinum, eins og at birta undir og standa fyri ymsum mentanartiltøkum.

  

§3.

Aðalfundurin er hægsti myndugleiki felagsins. Aðalfundurin verður hildin á hvørjum ári eftir føstulávint og fyri pálmasunnudag. Aðalfundurin verður lýstur alment í minsta lagi tvær vikur áðrenn fundin. Uppskot til aðalfundin skulu vera nevndini í hendi í seinasta lagi eina viku áðrenn fundin.

 

                                                               §4.

Felagið verður stjórnað av fimmmannanevnd, sum verður vald á aðalfundi. Tveir limir verður valdir hvørt parár, og tríggir limir verða valdir hvørt stakár, og tveir varalimir verða valdir á hvørjum ári. Nevndin skipar seg sjálv. Nevndin er viðtøkufør, tá allir nevndarlimir hava fingið boð, og meriluti av nevndini er møttur á fundi. Um nevndarlimi berst frá at møta, skal varalimur kallast inn í hansara stað.

 

§5.

Roknskaparárið er álmanakkaárið.

  

§6.

Aðalfundur.

Fundarskrá:

1. Val av orðstýrara.

2. Formansfrágreiðing.

3. Grannskoðaður roknskapur verður lagdur fram.

4. Innkomin mál.

5. Val av nevnd og tveimum varalimum.

6. Val av tveimum grannskoðarum.

7. Val av umboðsráðslimi til Sláið ring

8. Áseting av limagjaldi

9. Ymiskt.

 

§7.

 

Nevndin tekur sær av dagliga rakstrinum, og formaður og kassameistari binda felagið. Keyp og søla av fastari ogn krevur aðalfundarsamtykt.

 

§8.

Aðalfundurin er altíð viðtøkuførur. Eykaaðalfundur verður hildin, tá nevndin ella minst 10 limir krevja tað.



§9.

Lógarbroyting verður avgjørd á aðalfundi. Lógarbroyting verður viðtikin av 2/3 av møttu limunum. Lógarbroyting kemur í gildi beinanveg.

 

§ 10.

Felagið kann verða avtikið á aðalfundi. Til avtøku av felagnum krevst, at 2/3 av møttu limunum atkvøða fyri avtøku. Verður felagið avtikið, verða ognir felagsins latnar Sláið Ring í varðveitslu, til annað felag við sama endamáli er stovnað í Vágum.

 

Soleiðis viðtikið á lógligum aðalfundi í Beitinum 14. mai 2010 við broyting á lógligum aðalfundi í Beitinum 31. mars 2019.