Viðtøkur felagsins

Viðtøkur fyri Vága Dansifelag

  

§ 1.

Navn
felagsins er Vága Dansifelag. Felagið hevur heimstað í Beitinum. Avgreiðsla er
hjá formanninum.

 

§2.

Endamál
felagsins er at varðveita og vekja ans og virðing fyri føroyska dansinum, eins
og at birta undir og standa fyri ymsum mentanartiltøkum.

  

§3.

Aðalfundurin
er hægsti myndugleiki felagsins.
Aðalfundurin verður hildin á hvørjum ári eftir føstulávint og fyri pálmasunnudag. Aðalfundurin verður
lýstur alment í minsta lagi tvær vikur áðrenn fundin. Uppskot til aðalfundin
skulu vera nevndini í hendi í seinasta lagi eina viku áðrenn fundin.

 

§4.

Felagið
verður stjórnað av trímannanevnd, sum verður vald á aðalfundi. Ein limur verður
valdur hvørt líka ár, og tveir limir verða valdir hvørt ólíka ár. Nevndin
skipar seg sjálv. Nevndin er viðtøkufør, tá allir nevndarlimir eru møttir á
fundi.

 

§5.

Roknskaparárið er álmanakkaárið.

  

§6.

Aðalfundur.

Fundarskrá:

1.
Val av orðstýrara.

2.
Formansfrágreiðing.

3.
Grannskoðaður roknskapur verður lagdur fram.

4.
Innkomin mál.

5.
Val av nevnd og tveimum varalimum.

6.
Val av tveimum grannskoðarum.

7.
Áseting av limagjaldi

8.
Ymiskt.

 

§7.

Aðalfundurin
er altíð viðtøkuførur. Eykaaðalfundur verður hildin, tá nevndin ella minst 10
limir krevja tað.

 

§8.

Lógarbroyting
verður avgjørd á aðalfundi. Lógarbroyting verður viðtikin av 2/3 av møttu
limunum. Lógarbroyting kemur í gildi beinanveg.

 

§9.

Felagið
kann verða avtikið á aðalfundi. Til avtøku av felagnum krevst, at 2/3 av møttu
limunum atkvøða fyri avtøku.
Verður felagið avtikið, verða ognir felagsins
latnar Sláið Ring í varðveitslu, til annað felag við sama endamáli er stovnað í
Vágum.

 

Soleiðis
viðtikið á lógligum aðalfundi í Beitinum 14. mai 2010 við broyting á lógligum
aðalfundi í Beitinum 28. februar 2016.