Tiltøk í Beitinum  

«2024»Í dag«Mar»
        1 2 3
4 5 6 7 8 9 10
11 12 13 14 15 16 17
18 19 20 21 22 23 24
25 26 27 28 29 30 31
M T M H F L S

Eitt sindur um felagið


Vága Dansifelag varð í sínum núverandi líki stovnað 1. december 1976. Undan hesum felagnum hava verið gjørdar aðrar royndir at stovna dansifeløg í oynni.

 

Í upprunaligu samtyktini fyri Vága Dansifelag verður sagt, at felagið skipar fyri dansi upp á skift í bygdunum í Vágum. Dentur hevur frá byrjan verið lagdur á, at dansa ávís kvøld í bygdum, sum hava havt tilknýti ávísar dagar, so sum trettanda og tjúgundakvøld.

 

Hetta, at flyta dansikvøldini millum bygdirnar, hevur verið hildið til tess, at húsið í Beitinum í Miðvági var so frægt liðugt, at til bar at hava dansin har. Í dag verður vanliga bert dansað í Beitinum. Tó verður okkurt mishalgikvøld dansað aðrastaðni. Eitt nú í Bø.

 

Hóast uppmøtingin eitt vanligt dansikvøld ikki beinleiðis avspeglar tað, er Vága Dansifelag eitt av teimum størru feløgunum í landinum, tá talan er um limatal. Tíverri má viðgangast, at størra helvtin av limunum eru “hvílandi”.

 

Vága Dansifelag dansar sunnukvøld, børnini byrja klokkan 18.30 og tey eldru klokkan 20.00, og húsið í Beitinum er opið fyri øllum, ið hava hug at sláa ring. Tað verið seg limir ella ikki. Øll eru hjartaliga vælkomin í dans í Beitinum.