«2024»Í dag«Okt»
  1 2 3 4 5 6
7 8 9 10 11 12 13
14 15 16 17 18 19 20
21 22 23 24 25 26 27
28 29 30 31      
M T M H F L S

Beinta

Kvøða til Beintu

 

Lag: Bøhmerlands Dronningen

 

 

1.    Í Tórshavn Beinta borin varð

í allarbestu korum.

Hon vand varð upp við skil’ og sóma

við valdi á gerð og orðum.

 

Niðurlag:

 

Hon Beinta var

tann djarvasta av Føroya kvinnum.

 

2.    Hon tíðliga dugdi at skyna á

tí illa og tí góða.

Á røttum og rongum kendi mun.

Alt læt sær ikki bjóða.

 

3.    Um mangan hart á hana gekk,

hon stóð tó stinn sum fjallið.

Hvat harri ella trælur helt,

ei veik frá sínum kalli.

 

4.    Ei lagnan gjørdist henni blíð,

so mangt hon mátti líða.

Men styrki fyri dagin legði,

sum søgd er frá so víða.

 

5.    Við tveimum prestum giftist hon -

læt egnar kenslur víkja.

Men tá hon kærleikan sannan fann,

hon mundi hann aldri svíkja.

 

6.    Tá Arrhebo av landsins valdi

varð dømdur frá heiður og æru,

reið Beinta fremst í víggið fram,

hon ei mundi vápnini spara.

 

 

7.    Við sviki alt varð frá teim’ tikið.

Hon vildi tann tort ei tyggja.

Men helt í móti og stríddist til

øll teirra ogn var tryggjað.

 

8.    Tó høgir harrar og teirra stuðlar

hvast hana mundu hótta.

Í hørðum stríði hon eina stóð

so stinn heilt uttan ótta.

 

9.    Mót órætti stríddi náðileys,

og tað verður sagt av sonnum,

so greiður sigur ongantíð enn

er vunnin av kvinnum ei monnum.

 

10. Teir hildu, teir kundu, sum vanligt var

bert gera, men máttu sanna,

at her teir fingu ta mótstøðu,

ei áður kend millum manna.

 

11.  Tí hon hevði meira vit og skil

enn flestu tá á døgum,

sum nakar visti at siga frá,

og hoyrt var um í søgum.

 

12. Jú tað var tá, sum ofta enn,

at tey, sum vald hava smakkað,

ei vilja nakað frá sær geva

og ei í tign at lækka.

 

13. Mót slíkum Beinta tók upp stríð,

hon kendi sín rætt og vildi,

at tey, sum valdinum sótu á,

tó landsins lógir hildu.

 

14. Tær flestu søgur, ið sagdar eru

um hana, helst ei eru sannar,

men spjaddar fyri at seta hana

í ringt ljós millum manna.

 

 

15.  At Beinta ei tann gívur var,

sum søgnin seinni segði,

tað prógvar søgan um alt tað, sum

hon fram í ljósið legði.

 

16. Sum huldukonan vardi bert

tað, henni frá varð tikið.

Við sterkum vilja og hvøssum viti

frá málinum ei varð vikið.

 

17. Tey rikin vórðu úr Jansagerði –

og heim um Nesið gingu –

eitt virðiligt lív í frið og sóma

við bygdarfólkinum fingu.

 

18. Í Sandavági settu búgv,

har ongar søgur eru,

sum aðrastaðni um “Illu Beintu”

so javnan sagdar verða.

 

19.Tað skrivað er, at eingin varð

frá henni aftur rikin.

Hvør tann, sum trongdi hjálp og troyst,

av Beintu varð ikki svikin.

 

20. Við Beintu sum so mongum gekk

í lívinum órætt man líða.

Tann heiður, tú eigur, so mangan man,

til deyðin teg tekur, bíða.

 

21. Hon løgd ei varð í kirkjugarð

men sjálva kirkjuna inni,

og uppreisn fekk sum uppiborið -

eitt virðiligt tryggjað minni.