«2025»Í dag«Mar»
31         1 2
3 4 5 6 7 8 9
10 11 12 13 14 15 16
17 18 19 20 21 22 23
24 25 26 27 28 29 30
M T M H F L S

Takk fyri í vetur

 


 So er dansitíðin veturin 24-25 av. Seinasta vanliga dansikvøldið var í Beitinum sunnukvøldið 23. februar.

 

Næsta vikuskifti er fastalávint, og tað dettur ikki heilt burtur ímillum. Fastalávints mánadag eru vit sett á skrá í trimum støðum. Í Skúlanum á Giljanesi klokkan 09.00, í Sørvágs kúla kl. 10.00, og á ellisheiminum á Sýnuni fara vit at dansa seinnapartin klokkan 14.30. Øll, sum hava møguleika at koma við, eru vælkomin.

 

Nú verður, sum vanlig et, steðgur, til føstan er av. Men so er aftur fyri ætlanin at byrja  skjótt aftur. Tí fyrireikingar eru longu í gongd til annað páskakvøld, tá ætlanin er at hava almennan dans í Dansistovuni í Sørvági. Lýst verður meira við tí tiltakinum, sum tað nærkast páskum.

 

Veturin hevur verið bara heilt góður soleiðis alt í alt. Uppmøtingin hevur tó verið, sum ikki heilt ókent er, eitt sindur upp og niður. Tað vil so vera.

 

Men ongantíð er ringurin slitnaður, og vit hava bæði verið “burtur í bygd” og dansað saman við øðrum, eins og vit hava havt gestir í Beitinum at dansa saman við okkum. Tað er altíð hugaligt.

 

Ikki minni enn tveimum rundum føðingardøgum hava vit verið í. Bæði hjá Klaksvíkar- og Sumbiar Dansifelag. Tað eru løtur at minnast.

 

Aðalfundur felagsins verður hildin í føstuni, sum viðtøkurnar siga. Lýst verður í góðari tíð, tá dagfesting er ásett.

 

Takk fyri í vetur øll somul.

 

.