So er dansitíðin veturin 24-25 av. Seinasta vanliga
dansikvøldið var í Beitinum sunnukvøldið 23. februar.
Næsta vikuskifti er fastalávint, og tað dettur ikki heilt
burtur ímillum. Fastalávints mánadag eru vit sett á skrá í trimum støðum. Í
Skúlanum á Giljanesi klokkan 09.00, í Sørvágs kúla kl. 10.00, og á
ellisheiminum á Sýnuni fara vit at dansa seinnapartin klokkan 14.30. Øll, sum
hava møguleika at koma við, eru vælkomin.
Nú verður, sum vanlig et, steðgur, til føstan er av. Men so
er aftur fyri ætlanin at byrja skjótt
aftur. Tí fyrireikingar eru longu í gongd til annað páskakvøld, tá ætlanin er
at hava almennan dans í Dansistovuni í Sørvági. Lýst verður meira við tí
tiltakinum, sum tað nærkast páskum.
Veturin hevur verið bara heilt góður soleiðis alt í alt.
Uppmøtingin hevur tó verið, sum ikki heilt ókent er, eitt sindur upp og niður.
Tað vil so vera.
Men ongantíð er ringurin slitnaður, og vit hava bæði verið
“burtur í bygd” og dansað saman við øðrum, eins og vit hava havt gestir í
Beitinum at dansa saman við okkum. Tað er altíð hugaligt.
Ikki minni enn tveimum rundum føðingardøgum hava vit verið
í. Bæði hjá Klaksvíkar- og Sumbiar Dansifelag. Tað eru løtur at minnast.
Aðalfundur felagsins verður hildin í føstuni, sum
viðtøkurnar siga. Lýst verður í góðari tíð, tá dagfesting er ásett.
Takk fyri í vetur øll somul.
.