«2020»Í dag«Okt»
      1 2 3 4
5 6 7 8 9 10 11
12 13 14 15 16 17 18
19 20 21 22 23 24 25
26 27 28 29 30 31  
M T M H F L S

 Vága Dansifelag hevur aðalfund í Beitinum leygarkvøldið 24. oktober 2020 klokkan 19.00.

Eftir fundin verður samanskotsgildi, har fólk møta hvør við sínum at seta á borðið.

 

Eftir drúgva umhugsan, drálan og kjakan er í samráð við heilsumyndugleikarnar gjørt av, at vit fara undir nýggjan dansivetur, hóast hann ivaleyst fer at vera eitt sindur merktur av verandi støðu.

 

Við øllum teimum fyrivarnum, sum tilmælt verða, vóna vit at fáa eina hugnaliga byrjan upp á veturin.