«2024»Í dag«Apr»
1 2 3 4 5 6 7
8 9 10 11 12 13 14
15 16 17 18 19 20 21
22 23 24 25 26 27 28
29 30          
M T M H F L S


Í Vestanstevnuskránni, sum er borin út, stendur, at føroyskur dansur verður á Miðstaðarøkinum sunnudagin seinnapartin. Sagt verður, at vit fara at kvøða Grindavísuna.

 

Fyri at eingin misskiljing skal verða í hesum sambandi, boðar Vága Dansifelag frá, at tað, sum fer at henda, verður, at nøkur fólk úr felagnum fara at vísa nøkur dansispøl, og enda við nøkrum fáum ørindum úr Grindavísuni. Tað verður IKKI møguligt hjá øðrum at sleppa upp í dansin. Men fólk eru vælkomin sum áhoyrarar.

 

Vága Dansifelag hevur ráðført seg við koronuráðgevingina, sum heldur, at tað kann forsvarast, at nøkur fá fólk dansa úti, um allar koronutilráðingar verða hildnar.