Vága Dansifelag hevur dansisýning á Vestanstevnu




Í Vestanstevnuskránni, sum er borin út, stendur, at føroyskur
dansur verður á Miðstaðarøkinum sunnudagin seinnapartin. Sagt verður, at vit
fara at kvøða Grindavísuna.

 

Fyri at eingin misskiljing skal verða í hesum sambandi,
boðar Vága Dansifelag frá, at tað, sum fer at henda, verður, at nøkur fólk úr
felagnum fara at vísa nøkur dansispøl, og enda við nøkrum fáum ørindum úr
Grindavísuni. Tað verður IKKI møguligt hjá øðrum at sleppa upp í dansin. Men
fólk eru vælkomin sum áhoyrarar.



 



Vága Dansifelag hevur ráðført seg við koronuráðgevingina, sum
heldur, at tað kann forsvarast, at nøkur fá fólk dansa úti, um allar koronutilráðingar
verða hildnar.