Vága Dansifelag fekk í vikuni handað bókaverkið Føroya Kvæði, Corpus Carminum Færoensium, í sjey bindum, sum Svend Grundtvig og Jørgen Block hava greitt út hondum miðskeiðis í nítjandu øld.
Tey sjey bindini, Vága Dansifelag nú hevur fingið, eru tó ein væl yngri endurútgáva. Hendan útgávan er løgd til rættis av Chr. Matras miðskeiðis í seinastu øld.
Talan er um kvæðasavn, sum Heine Heinesen, Prest Heini, ættaður úr Miðvági og búsitandi í Danmark, legði eftir seg, tá hann andaðist í 2002.
Tað var sonur Prest Heina, ið eisini eitur Heine, ið vendi sær til felagið og spurdi, um áhugi var fyri at fáa savnið.
Heini og konan hava verið í Føroyum nakrar dagar, og á hesi ferðini fekk Vága Dansifelag handað gávuna, sum vit við takksemi hava tikið ímóti.