Vága Dansifelag fingið bókagávu

 

Vága Dansifelag fekk í vikuni handað
bókaverkið Føroya Kvæði, Corpus Carminum Færoensium, í sjey bindum, sum Svend
Grundtvig og Jørgen Block hava greitt út hondum miðskeiðis í nítjandu øld.


Tey sjey bindini, Vága Dansifelag nú hevur
fingið, eru tó ein væl yngri endurútgáva. Hendan útgávan er løgd til rættis av
Chr. Matras miðskeiðis í seinastu øld.


Talan er um kvæðasavn, sum Heine Heinesen,
Prest Heini, ættaður úr Miðvági og búsitandi í Danmark, legði eftir seg, tá
hann andaðist í 2002.


Tað var sonur Prest Heina, ið eisini eitur
Heine, ið vendi sær til felagið og spurdi, um áhugi var fyri at fáa savnið.


Heini og konan hava verið í Føroyum nakrar
dagar, og á hesi ferðini fekk Vága Dansifelag handað gávuna, sum vit við
takksemi hava tikið ímóti.