«2024»Í dag«Des»
30 31         1
2 3 4 5 6 7 8
9 10 11 12 13 14 15
16 17 18 19 20 21 22
23 24 25 26 27 28 29
M T M H F L S

Norðurlendska dansistevnan, sum Vága Dansifelag í eitt mannaminni  hevur verið partur av, verður næsta ár hildin í Svøríki.

 

Stevnan verður á Skurup Folkhøgskola í Skurup i Skåne, og Vága Dansifelag fer sjálvsagt eisini hesaferð at luttaka.

 

Stevnan verður í døgunum 26. til 30. juni 2019. Møtt verður mikudag seinnapart í Skurup, og farið avstað aftur sunnudag seinnapart.

 

Tað tekur bara ein tíma at koyra úr Kastrup til Skurup, og arbeitt verður í løtuni við at fáa tilboð upp á bussflutning í samband við stevnuna.

 

Nógv tann bíligasti hátturin at ferðast úr Føroyum og heimaftur, er at fólk beinanveg nú hvør sær keypa sær flogferðaseðlar til Kastrup og aftur. Til ber so sjálvur at avgera, nær ein flýgur.

 

Tað einasta, ið er fastlagt, er at biðið er um tilboð upp á flutning til Skurup mikudag klokkan 14.00 danska tíð uttan fyri Clarion Hotel (fyrr Hilton) í Kastrup. Heim aftur verður farið úr Skurup sunnudag klokkan 14.00. Fólk møta so har í rímiliga góðari tíð. Til ber, um nóg skjótt verður atborið, at flúgva bæði niður og upp aftur sama dag, sum bussurin fer úr og kemur aftur til Kastrup.

 

Sunnukvøldið 11. november verður greitt nærri frá túrinum, og tá hevði verið gott, um fólk longu høvdu avgreitt ferðaseðlarnar og meldað endaliga til.