Nordisk Folkdansfestival 2019

Norðurlendska
dansistevnan, sum Vága Dansifelag í eitt mannaminni
  hevur verið partur av, verður næsta ár hildin
í Svøríki.



 



Stevnan
verður á Skurup Folkhøgskola í Skurup i Skåne, og Vága Dansifelag fer sjálvsagt
eisini hesaferð at luttaka.



 



Stevnan
verður í døgunum 26. til 30. juni 2019. Møtt verður mikudag seinnapart í
Skurup, og farið avstað aftur sunnudag seinnapart.



 



Tað
tekur bara ein tíma at koyra úr Kastrup til Skurup, og arbeitt verður í løtuni
við at fáa tilboð upp á bussflutning í samband við stevnuna.



 



Nógv
tann bíligasti hátturin at ferðast úr Føroyum og heimaftur, er at fólk
beinanveg nú hvør sær keypa sær flogferðaseðlar til Kastrup og aftur. Til ber
so sjálvur at avgera, nær ein flýgur.



 



Tað
einasta, ið er fastlagt, er at biðið er um tilboð upp á flutning til Skurup
mikudag klokkan 14.00 danska tíð uttan fyri Clarion Hotel (fyrr Hilton) í
Kastrup. Heim aftur verður farið úr Skurup sunnudag klokkan 14.00. Fólk møta so
har í rímiliga góðari tíð. Til ber, um nóg skjótt verður atborið, at flúgva
bæði niður og upp aftur sama dag, sum bussurin fer úr og kemur aftur til
Kastrup.



 



Sunnukvøldið
11. november verður greitt nærri frá túrinum, og tá hevði verið gott, um fólk
longu høvdu avgreitt ferðaseðlarnar og meldað endaliga til.