«2024»Í dag«Des»
30 31         1
2 3 4 5 6 7 8
9 10 11 12 13 14 15
16 17 18 19 20 21 22
23 24 25 26 27 28 29
M T M H F L S

 


Limir í Vága Dansifelag, sum ætla sær á stevnuna, skulu boða frá luttøku til felagið í seinasta lagi 26. juli.

Tilmeldað verður við telduposti til

vagadansifelag@ymail.com

Luttakaragjaldið er kr. 300,-. Tó hava fyrireikararnir avgjørt, at fyri at fáa so mong ung fólk við sum gjørligt, er luttakaragjaldið fyri fólk yngri enn 30 ár kr. 100,-.

Íroknað luttøkugjaldið er: Døgurði og omaná, vín, øl ella sodavatn (1 stk. pr. høvd) og durasnapsur. Skonkt verður sjálvandi undir borðhaldinum. Barr verður í báðum støðum so møguligt verður at keypa drykkivørur fyri sámuligan prís. Náttmatur er eisini íroknaður og bussar innanhýsis í Havn til og frá Sjónleikarhúsinum.

Skráin fyri dagin er hendan:

 

Frá kl. 12:00 er Sjónleikarhúsið opið, um fólk hava hug at hittast til eitt prát og okkurt gott til góman.

· Kl. 16:00 hittast øll í Sjónleikarhúsinum. Síðani verður gingið í felag oman á Vaglið har stevnan verður sett kl. 16:30.

· Eftir setanina verður farið niðan aftur í Sjónleikarhúsið, og haðani skipa vit fyri flutningi við bussum niðan í Dansifrøi ella Høllina á Nabb.

· Borðhaldið byrjar kl. 18:00

· Eftir borðhaldið fara øll oman í Sjónleikarhúsið har dansurin byrjar kl. 21.30

· Um midnátt verður náttmatur at fáa.

 

Vága Dansifelag fer saman við Dansifelagnum á Látrinum og Norðstreyoyar Dansifelag at kvøða Viljorm Kornus á stevnuni. Tríggjar felagsvenjingar verða undan stevnuni. Lýst verður seinni nær tær verða.

 

Bussur koyrir úr Vágum til Havnar og vestur aftur, tá stevnan endar.