Landsdansistevnan 2021 verður hildin í Havn leygardagin 21. august

 


Limir í Vága Dansifelag, sum ætla sær á stevnuna, skulu boða
frá luttøku til felagið í seinasta lagi 26. juli.

Tilmeldað verður við telduposti til

vagadansifelag@ymail.com

Luttakaragjaldið er kr. 300,-. Tó hava fyrireikararnir
avgjørt, at fyri at fáa so mong ung fólk við sum gjørligt, er luttakaragjaldið
fyri fólk yngri enn 30 ár kr. 100,-.

Íroknað luttøkugjaldið er: Døgurði og omaná, vín, øl ella
sodavatn (1 stk. pr. høvd) og durasnapsur. Skonkt verður sjálvandi undir
borðhaldinum. Barr verður í báðum støðum so møguligt verður at keypa
drykkivørur fyri sámuligan prís. Náttmatur er eisini íroknaður og bussar
innanhýsis í Havn til og frá Sjónleikarhúsinum.

Skráin fyri dagin er hendan:

 

Frá kl. 12:00 er Sjónleikarhúsið opið, um fólk hava hug at hittast til eitt
prát og okkurt gott til góman.

·
Kl. 16:00 hittast øll í Sjónleikarhúsinum. Síðani verður gingið í felag oman á
Vaglið har stevnan verður sett kl. 16:30.



·
Eftir setanina verður farið niðan aftur í Sjónleikarhúsið, og haðani skipa vit
fyri flutningi við bussum niðan í Dansifrøi ella Høllina á Nabb.



·
Borðhaldið byrjar kl. 18:00



·
Eftir borðhaldið fara øll oman í Sjónleikarhúsið har dansurin byrjar kl. 21.30



·
Um midnátt verður náttmatur at fáa.



 



Vága Dansifelag fer saman við Dansifelagnum á Látrinum og
Norðstreyoyar Dansifelag at kvøða Viljorm Kornus á stevnuni. Tríggjar felagsvenjingar
verða undan stevnuni. Lýst verður seinni nær tær verða.



 



Bussur koyrir úr Vágum til Havnar og vestur aftur, tá stevnan
endar.