«2025»Í dag«Jun»
30           1
2 3 4 5 6 7 8
9 10 11 12 13 14 15
16 17 18 19 20 21 22
23 24 25 26 27 28 29
M T M H F L S

 Landsdansistevnan verður í Kláksvík 21. mai 2016.

Vit fara at kvøða Einar suðuroying til dansistevnuna. Hetta er kvæði hjá Mikkjali á Ryggi, sum ikki hevur verið á gólvi fyrr enn henda dansiveturin, so vit mugu spíla okkum út og møta fjølment.

Tit kunnu tekna tykkum til stevnuna á Facebook-vanganum hjá Vága dansifelag ella hjá einum av nevndarlimunum:
Dánial Jákup Jørgensen, tlf. 509604/333204
Lív Vilhelmsen, tlf. 212530/333530
Anna Elisa Jacobsen, tlf. 219687/332687

Luttøkugjaldið er 300 krónur, og skal gjaldast á konto 9181 000 124 983 7 og viðmerkja: ls16-fornavn á luttakara.

Freist fyri tilmelding og gjald er mánadagin 9. mai.

 

Kvæðini, ið kvøðin verða, eru hesi:

Kópakvæði - Klaksvíkar df.

Regin smiður - Dansifelagið í Havn

Huldugentan - Tvøroyrar df.

Gudbrands kvæði - Df. Kaggans

Gøtuskeggjar - Eysturoyar df. og Tøkum Lætt

Hafburd konge - Látrið og Norðstreymoyar df.

Sigmunds kvæði nýggja - Sumbiar df.

Einar suðuroyingur - Vága df.

Fuglakvæði 1. lut - Nólsoyar df.

Jalgrímskvæði - Fótatraðk

Tróndar kvæði - Jómsvíkingar

Í Skopun býr ein menskur mann - Dansif. á Sandoynni

Einki uppskot komið - Suðuroyar n.helvt