Landsdansistevnan 2016

 Landsdansistevnan
verður í Kláksvík 21. mai 2016.



Vit
fara at kvøða Einar suðuroying til dansistevnuna. Hetta er kvæði hjá Mikkjali á
Ryggi, sum ikki hevur verið á gólvi fyrr enn henda dansiveturin, so vit mugu
spíla okkum út og møta fjølment.



Tit
kunnu tekna tykkum til stevnuna á Facebook-vanganum hjá Vága
dansifelag ella hjá einum av nevndarlimunum:

Dánial Jákup Jørgensen, tlf. 509604/333204

Lív Vilhelmsen, tlf. 212530/333530

Anna Elisa Jacobsen, tlf. 219687/332687



Luttøkugjaldið
er 300 krónur, og skal gjaldast á konto 9181 000 124 983 7 og
viðmerkja: ls16-fornavn á luttakara.



Freist
fyri tilmelding og gjald er mánadagin 9. mai.



 



Kvæðini, ið kvøðin verða, eru hesi:



Kópakvæði - Klaksvíkar
df.



Regin
smiður - Dansifelagið í Havn



Huldugentan - Tvøroyrar
df.



Gudbrands
kvæði - Df. Kaggans



Gøtuskeggjar - Eysturoyar
df. og Tøkum Lætt



Hafburd
konge - Látrið og Norðstreymoyar df.



Sigmunds kvæði
nýggja - Sumbiar df.



Einar
suðuroyingur - Vága df.



Fuglakvæði 1.
lut - Nólsoyar df.



Jalgrímskvæði - Fótatraðk



Tróndar kvæði - Jómsvíkingar



Í Skopun býr ein menskur
mann - Dansif. á Sandoynni



Einki uppskot
komið - Suðuroyar n.helvt