Eysturoyar Dansifelag bjóðar okkum til blíðskaparkvøld fríggjakvøldið 19. januar klokkan 9.
Tey bjóða smurt breyð og høvi verður at keypa øl og sodavatn.
Tey hava Ebbe Skammelsøn og Rudisarvísu á skránni tað kvøldið, men annars er frítt at skipa.
Vit fara at leiga buss at flyta okkum inn til Runavíkar og vesturaftur.