Eysturoyar Dansifelag bjóðar til blíðskaparkvøld 19. januar

 Eysturoyar Dansifelag bjóðar okkum til blíðskaparkvøld fríggjakvøldið 19. januar klokkan 9.

Tey bjóða smurt breyð og høvi verður at keypa øl og sodavatn.

Tey hava Ebbe Skammelsøn og Rudisarvísu á skránni tað kvøldið, men annars er frítt at skipa.

Vit fara at leiga buss at flyta okkum inn til Runavíkar og vesturaftur.