70 ára veitsla
Í ár verða 70 ár síðani
Dansifelagið í Havn varð stovnað, og fara vit at hátíðarhalda hetta á
ársveitsluni 19. februar í ár.
Vit vilja í hesum sambandi fegin bjóða limum í Vága
dansifelagi at halda dagin saman við okkum í veitsluni, ið verður leygarkvøldið
19. februar.
Borðhaldið verður í Sjónleikarhúsinum og byrjar
klokkan 20:00 stundisliga - hurðarnar eru opnar frá klokkan 19:00.
Alt eftir luttakaratali verður antin dansað í
Hornahúsunum ella Sjónleikarhúsinum.
Luttakarar
verða bidnir um at taka eina negativa skundtest við hús leygardagin áðrenn teir
koma í veitsluna - tó skulu tey, ið hava fingið staðfest korona 8. januar ella
seinni (men eru frísk aftur) ikki testa seg.
Vegna nevndina í Dansifelagnum í Havn
Vinarliga,
Gunnar Restorff,
Meldið til hjá Lív tel 212530 ella á facebookbólkinum
hjá Vága dansifelag í seinastalagi sunnukvøldið 13.02