«2024»Í dag«Apr»
1 2 3 4 5 6 7
8 9 10 11 12 13 14
15 16 17 18 19 20 21
22 23 24 25 26 27 28
29 30          
M T M H F L S

Skúvoyar Fornminnafelag hevur boðið okkum út til Skúvoyar at dansa Skúvoyardagin, og vit hava takkað fyri tilboðið og fara.
Skrivið er soljóðandi:

Góðan dag og gleðiligar páskir.

 

Skúvoyar Fornminnafelag hevur nú í nøkur ár bjóðað einum dansifelag at vitja okkum í Skúgvi.

 

Ætlanin er at hava eitt tílíkt dansikvøld leygarkvøldið 2. juni.

 

Í ár vilja vit fegin bjóða Vága Dansifelag at dansa saman við okkum.

 

Okkara skrá er hendan:

kl. 14.45 taka ímóti gestunum (Vit vænta tykkum at fara við Sildberanum, kl 14.15 av Sandi)

Øll møtast í skúlanum til ein drekkamunn.

Gestirnir fáa at vita, hvar teir skulu gista.

Tey, ið hava hug, fara gongutúr í bygdini við staðkendum fólki (øll eru vælkomin við).

Eftir túrin verður vitjað hjá vertsfamiljuni, vertirnir bjóða døgurða

Kl. 21.00 verður farið upp á gólv í skúlanum.

Meðan dansað verður:

Bjóða vit smurt breyð/kakur og kaffi/te

Øl verður selt.

 

Vit seta einki mark fyri, hvussu nógv kunnu koma, men um vit ikki kunnu hýsa øllum, hevði verið gott um onkur kundi tikið soviposa við, tí vit hava fleiri madrassur í skúlanum. Hettar er bara, um talið verður stórt.

Um so er, at onkur verður at sova í skúlanum, so fáa tey at eta heima hjá onkrari familju.

 

Vit vóna, at tað ber tykkum til at koma og gleða okkum til vitjanina.

 

Vinarliga

 

vegna 

Skúvoyar Fornminnafelag

Harry Jensen


Vónandi verður góð undirtøka.

Teknið tykkum hjá einum av nevndarlimunum ella á FB í síðsta lagi hóskvøldið 31. mai.