«2025»Í dag«Apr»
  1 2 3 4 5 6
7 8 9 10 11 12 13
14 15 16 17 18 19 20
21 22 23 24 25 26 27
28 29 30        
M T M H F L S

 70 ára veitsla

 Í ár verða 70 ár síðani Dansifelagið í Havn varð stovnað, og fara vit at hátíðarhalda hetta á ársveitsluni 19. februar í ár.

Vit vilja í hesum sambandi fegin bjóða limum í Vága dansifelagi at halda dagin saman við okkum í veitsluni, ið verður leygarkvøldið 19. februar.

Borðhaldið verður í Sjónleikarhúsinum og byrjar klokkan 20:00 stundisliga - hurðarnar eru opnar frá klokkan 19:00.

Alt eftir luttakaratali verður antin dansað í Hornahúsunum ella Sjónleikarhúsinum.

 Luttakarar verða bidnir um at taka eina negativa skundtest við hús leygardagin áðrenn teir koma í veitsluna - tó skulu tey, ið hava fingið staðfest korona 8. januar ella seinni (men eru frísk aftur) ikki testa seg. 

 Vegna nevndina í Dansifelagnum í Havn

 Vinarliga,

Gunnar Restorff,

 

 Meldið til hjá Lív tel 212530 ella á facebookbólkinum hjá Vága dansifelag í seinastalagi sunnukvøldið 13.02