«2022»Í dag«Jun»
    1 2 3 4 5
6 7 8 9 10 11 12
13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26
27 28 29 30      
M T M H F L S

Jógvan Steintún, lærari í Sørvágs skúla, hevur yrkt halgikvæðið, Líggjasar ríma

Jógvan Steintún hevur yrkt halgikvæði, sum hann nevnir ”Líggjasar ríma”.
Hon er nú løgd undir Kvæði og vísur/Kvæðauppskriftir.
Henda ríma er um Líggjas profet og Ákab kong. Ákab og Jesabel drotning forfjóna Jehova og dyrka skurðgudar. Jesabel var ikki mjúk at strúka, tí hon lá øllum gudsmonnum eftir lívinum og drap teir.
Kortini hættaði Líggjas profetur sær at stíga fyri kong at siga honum, at Harrin fór at lata turk herja landið. Hann fjalir seg síðan í óbygdum, tí hann óttast at verða tikin av døgum. Í oyðuni bera ravnar honum føði.
Ákab kongur leitar land og ríki alt at finna Líggjas, men fann hann ikki.
Ikki fall dropi av himni, og einastu dropar, ið vættu jørðina hesa tíð, vóru tár.
Eftir boðum Jehova gjørdi Líggjas á triðja ári Ákabi kongi og øllum hansara harkaliði stevnu á Karmel fjalli. Har møtti fólkið alt saman við kongi og teimum heidnu prestunum. Og Líggjas bjóðar prestunum og gudum teirra av. Viður verður savnaður til stórt bál, sum heidnu gudarnir skulu kynda. Tað vóru teir ikki mentir. Men so ger Jehova sítt kraftarverk og kyndir bálið við himmalsins eldum.
Tá er stríðið vunnið, og skaldið tekur soleiðis til:
Alt fólkið eftir rommum lá
so mundu munnar mæla:
einans Harrin sannur er
tí nú hann hevur talað!
Eitt gott kvæði, sum hevur uppiborið at fáa sítt lív í dansinum.