Nú eru nøkur kvæði tøk í PDF á heimasíðuna.
Leinkjur eru lagdar undir yvirskriftina Kvæði og vísur.
Hetta fer at lætta um, tí nú ber til at skriva út í hóskandi uppseting at lesa upp á eftir.
Haldið tykkum ikki aftur, um tit hava okkurt at finnast at: stødd á stavum, villur o.a.t.
Til hetta høvið hava vit ein serligan teldubústað:
Og hava tit onkur kvæði ella vísur liggjandi teldutøk, so sendi tey endiliga. Og sjávandi eisini pappírsuppskriftir.