Eitt stórt brúdleyp verður í oynni leygarkvøldið, og nógvir av okkara limum fara í brúdleyp.
Tí hava vit valt at flyta hugnakvøldið frá leygarkvøldinum 17. oktober til fríggjakvøldið 16. oktober klokkan 1900.
Hetta verður eitt samanskotsgildið, har vit sjálv taka eitthvørt við at seta á borðið. Afturvið matinum bjóðar felagið eina øl ella sodavatn. Síðan verða drykkjuvørur seldar fyri sámuligan prís.
Hugnalig hava hesi kvøld verið við sangi, søgum og hendingum til gamans og álvara og lívligum práti og sjalvandi eisini dansi.
Vónandi verða vit fjølment at seta henda dansivetur.