«2024»Í dag«Apr»
1 2 3 4 5 6 7
8 9 10 11 12 13 14
15 16 17 18 19 20 21
22 23 24 25 26 27 28
29 30          
M T M H F L S

Leygadagin 6. februar enda vit dansiveturin við samanskotsgildi í Hesti.

M/b Jósup siglir okkum av Miðvági klokkan 15:00 út í Hest og siglir okkum innaftur, tá vit ikki orka meira.

Viðrar ikki at sigla Vágafjørð, mugu vit taka buss til Gomurætt, tí vit ætla okkum at vera frísk og ferðug til verskapin í Hesti.

Vit hava sett prísin til ferðingina til 300 krónur fyri hvønn, men tekna nógv seg, so fellur prísurin. Um ov fá vísa áhuga, ella veðrið ikki er til vildar, verður tiltakið flutt í Beitið.

Øll eru vælkomin. Tað er ikki nøkur treyt, at verða limur í felagnum ella at ganga í dans, bara tú hevur hug at vera við í samanskotsgildinum og hugna tær saman við okkum.

Sum vant til samanskotgildi, hava øll onkran viðskera e.l. við. Ein øl ella ein sodavatn verður aftur við matinum.

Tilmelding kann gerast á FB-bólkinum hjá Vága Dansifelag ella hjá

Lív á telfon 212530 - 333530

ella

Dánial Jákupi á telefon 509604 - 333204.

Tá hevði verið gott um tit søgdu frá, hvat tit kundu hugsað tykkum at tikið við til samanskotið.

 

Freistin at tekna seg er sunnudagin 31. januar.

 

Tað skal vera okkum ein frøi at taka telfonina ella at fáa eina heilsan á FB.

 

Nevndin.