Lesið væl!!!!
Nógv er á skránni í næstum:
Barnadansistevna á Sandoynni
Leygardagin 21. apríl
Ætlanin er, at vit koyra saman, tí skráin verður løgd, so at tey, sum koma sama túr við teistanum, eru í bólki saman.
Neyv skrá kemur seinni.
Vit fara at kvøða Bjarnabana og kanska okkurt annað afturat.
40 ára veitsla hjá Slái Ring
Veitslan verður í høllini á Giljanesi 12. mai kl. 18 við luttøku úr øllum landinum.
Tekning við at flyta kr 250,- á kontu 9181 1249837 hjá Vága Dansifelag, viðmerk navn. Freistin er 26. apríl.
Borðhald verður í høllini og dansur í fimleikarhøllini aftaná. Drykkivørur kunnu keypast í høllini.