Ein veitsla, vit fara at minnast.
Vit sóu í spenningi fram ímóti veitsluni. Høvdu boðið fýra dansifeløgum: Dansifelagnum í Suðuroyar norðaru helvt, Tvøroyrar dansifelag, Norðstreymoyar dansifelag og Nólsoyar dansifelag.
Limir okkara tóku væl undir,
og nevndin slapp ikki at sita einsamøll við hugskotum og fyrireiking:
Eitt frálíkt málarí prýddi
allan endaveggin í SÍF-húsinum, og um borðdúkin var prýðiligur ringur. Lydia og
Elisabeth tóku stig til tað, og trúliga møttu tær upp í Beitinum vikuna
uppundir veitsluna.
Fleiri konur hildu ikki, at
onkur hissini súpan við fínum breyði afturvið var nóg góð til morgunmatar. Nei.
Tað skuldi vera smurt breyð. Og so fóru tær til verka.
Árni, altíð til dystin fús,
stýrdi okkum gjøgnum veitsluna, og saman við Jóanis í Bø og Jón Eli skipaði
hann borðhald og sang.
Og gestirnir sópaðu alt
gerandisverk og tankan um, um alt nú mundi vera, sum tað skuldi, til viks, og lyftu
okkum upp í lættan veitsluhýr. Og væl til passar sótu vit øll og gjørdu okkum
til góðar við framúrskarandi mati frá Asian Food Catering.
Borðhaldið var passaliga
stutt. Tíðliga kundu vit trega dansin. Og uttan slit vardi hann til út móti
morgni. Tað tóktist mestsum, sum fólk gingu í vaktum niðurundir at fáa sær ein
morgunmatarbita. Ringurin slitnaði ongantíð.
Vit í Vága dansifelag fara at
takka tykkum gestum fyri eina serstakliga góða dansinátt.
Vit prenta her vælkomurøðuna hjá Dánial Jákupi, formanni:
Góðu veitslugestir.
Hjartaliga vælkomin í fýrati ára føðingardagsveitslu hjá Vága
dansifelag.
Eg fari ikki at siga frá kappum. Eg fari ikki at siga frá
fljóði ella leikalind. Eiheldur bitrum brondum ella rennandi ørvum.
Eg fari bara at tríva eitt sindur í mínar fyrstu upplivingar
av dansinum og so eitt sindur um Vága dansifelag.
Eg eri miðvingur, og í Miðvági var ein dansistova, ið
kallaðist Gleimur. Har plagdu vit ungu at hittast um halguna til eingilskan
dans. Tað var her vit leiktu ungdómsins leik, sluppu at nerta hvørt við annað,
sluppu at eggja og njóta, at uppliva. Her sóu vit fólk úr grannabygdunum, nýggj
andlit, nýggjar kroppar. Og verðin vaks. Sinnið vaks. Og tú lærdi ein nýggjan
felagsskap at kenna. Tú vart á ferð inn í verð teirra vaksnu.
Soleiðis fóru tær vanligu halgurnar.
Til høgtíðirnar víðkaðist okkara sjónarringur enn eitt
sindur. Tá komu tey gomlu í dans. Kát og spelkin, soleiðis sum vit ongantíð
høvdu sæð tey áður. Ein spildur- brannýggj uppliving.
Brádliga trinu nøkur fólk inn í salin - í flokki. Tá so
spælimenninir, ella orkestrið, tóku ein steðg, tók hesin flokkurin saman, og
við føstum og livandi stevi trinu tey fram á gólv og kvóðu kvæði og vísur og
tættir. Og meðan tú dansaði í ringinum, lurtaði tú eftir søgu, tevjaði ein
annan heim - higan av landi ella úr fjarskotum londum ella úr ævintýrum.
Tað var hesin flokkur av fólki, ið legði lunnar undir Vága
dansifelag.
Felagðið varð stovnað 1. desember 1976. Frammanundan høvdu
sørvingar stovnað Sørvágs dansifelag og onkur onnur roynd varð eisini gjørd,
men hesum feløgum var ikki lív lagað.
Nú livdi dansurin í felagnum. Ikki var undirtøkan altíð stór,
men felagið steðgaði ongantíð upp. Barnadansurin hevur verið ein táttur av
felagslívinum, og hevur sáðað til varveitslu av sigaarvinum.
Tá sumbingar tóku stig til at stovna landsfelagið Sláið Ring,
var felag okkara við. Og Vága dansifelag tók eisini stig til fyrstu landsdansistevnuna.
Hon varð hildin í Vágum, og hon hevur livað síðan!
Og ikki var langt frá hugsan til handling, tá ein kvinna, sum
nú situr til borðs saman við okkum, kom við hugskotinum um at taka samband upp
við fólkadansarar í hinum norðurlondunum og gera fólkadansarastevnur, sum
skiftu landana millum. Hetta samstarv stendur enn í besta blóma, og vit gleða
okkum hvørja ferð til at hitta hesar okkara kenningar aftur.
Okkum er tað eisini ein stór frøi, at arvingarnir hjá
Mikkjali Dánjalson á Ryggi lótu okkum Beitið, barnaheim hansara, til felagshús.
Tað hava vit sett í stand og brúka tað sum dansistovu oa. Og vit eru errin av
ti.
Eg fari at takka fyri, at tit góvu tykkum stundir at líða á
og fari at enda við hesum orðum:
Stígið nú upp og sigið frá søgum,
tað verið seg samtíð ella gomlum døgum,
teljið um brøgd og bitrar brandar,
víggj og vál og vándar vandar,
um føgur fljóð og faldalín,
um vala veitslur, mjøð og vín,
um filsni og um fívilsdáð,
um vandaferðir og vøluspá,
um huldufólk og heidnar menn,
um kirkju Krists, ið livir enn.
Gakk upp á gólv og søguna sig,
meðan tú tregur títt dansistig.
Góða veitslu.