Árligi føstulávintsdansurin verður í skúlunum í morgin. Vit fara tí at heita á allar dansarar, sum hava møguleika til tess, at koma og dansa við.
Somuleiðis hava vit eisini fingið áheitan frá Sýnuni um at koma inn hagar at dansa. Tað hevði verið suttligt at sæð bæði børn og vaksin gleða tey gomlu.
Dansað verður hesar tíðir:
kl. 0900 á Giljanesi
kl. 1100 í Sørvági
kl. 1300 á Sýnuni