«2024»Í dag«Apr»
1 2 3 4 5 6 7
8 9 10 11 12 13 14
15 16 17 18 19 20 21
22 23 24 25 26 27 28
29 30          
M T M H F L S

Aðalfundur Vága Dansifelags 2018 verður 18. februar í Beitinum.

Hetta siga viðtøkur felagsins um aðalfundin:

§3.

Aðalfundurin er hægsti myndugleiki felagsins. Aðalfundurin verður hildin á hvørjum ári eftir føstulávint og fyri pálmasunnudag. Aðalfundurin verður lýstur alment í minsta lagi tvær vikur áðrenn fundin. Uppskot til aðalfundin skulu vera nevndini í hendi í seinasta lagi eina viku áðrenn fundin.

 

§4.

Felagið verður stjórnað av trímannanevnd, sum verður vald á aðalfundi. Ein limur verður valdur hvørt líka ár, og tveir limir verða valdir hvørt ólíka ár. Nevndin skipar seg sjálv. Nevndin er viðtøkufør, tá allir nevndarlimir eru møttir á fundi.

 

§5.

Roknskaparárið er álmanakkaárið.

  

§6.

Aðalfundur.

Fundarskrá:

1. Val av orðstýrara.

2. Formansfrágreiðing.

3. Grannskoðaður roknskapur verður lagdur fram.

4. Innkomin mál.

5. Val av nevnd og tveimum varalimum.

6. Val av tveimum grannskoðarum.

7. Áseting av limagjaldi

8. Ymiskt.


Í ár skulu vit velja ein nevndarlim, tveir eykalimir og tveir grannskoðarar.