«2024»Í dag«Mar»
        1 2 3
4 5 6 7 8 9 10
11 12 13 14 15 16 17
18 19 20 21 22 23 24
25 26 27 28 29 30 31
M T M H F L S

Aðalfundur Vága dansifelags varð hildin í Beitinum 23. mars.

Anna Elisa Jacobsen stóð fyri vali og varð afturvald.

Edvard í Skorini Joensen hevði fyrr í skeiðinum biðið um farloyvi frá nevndini, og bað aðalfundin um at loysa seg úr nevdini. Hann gjørdi greitt, at hetta var at persónligum ávum, og hetta einki hevði við felagsarbeiðið at gera. Henda umbøn varð játtað, og í hansara stað varð Dánial Jákup Jørgensen valdur í nevndina fyri komandi árið, tá hann so stendur fyri vali.

Hetta árið er arbeiðið við at gera vesini í úthúsinum farið gongd. Men hetta er dýrt, og peningur er ikki tøkur til at gera arbeiðið liðugt. Nevdin skuldi royna at fáa pening til vega.

Felagið hevur nú keypt upptøkutól, sum skal brúkast til at taka upp tað, sum verður havt á gólvi.

Nevdin hevur skipað seg við Dánial Jákupi Jørgensen sum formanni og skrivara, Paulu Vilhelmsen sum næstformanni og Annu Elisu Jacobsen sum kassameistara.