«2024»Í dag«Apr»
1 2 3 4 5 6 7
8 9 10 11 12 13 14
15 16 17 18 19 20 21
22 23 24 25 26 27 28
29 30          
M T M H F L S

Vit fara við hesum at lýsa fyri aðalfundi í Vága dansifelag 12. mars 2017

Aðalfundurin verður í Beitinum klokkan 2000.


Um aðalfundin stendur í viðtøkunum:

§3.

Aðalfundurin er hægsti myndugleiki felagsins. Aðalfundurin verður hildin á hvørjum ári eftir føstulávint og fyri pálmasunnudag. Aðalfundurin verður lýstur alment í minsta lagi tvær vikur áðrenn fundin. Uppskot til aðalfundin skulu vera nevndini í hendi í seinasta lagi eina viku áðrenn fundin.

og

§6.

Aðalfundur.

Fundarskrá:

Skrá fyri aðalfundin:

1. Val av orðstýrara.

2. Formansfrágreiðing.

3. Grannskoðaður roknskapur verður lagdur fram.

4. Innkomin mál.

5. Val av nevnd og tveimum varalimum.

6. Val av tveimum grannskoðarum.

7. Áseting av limagjaldi

8. Ymiskt.

 

Fyri vali standa:

Dánial Jákup Jørgensen og Lív Vilhelmsen og báðir varalimir, HansPauli í Horni og Kára Snorradóttir á Steig


Nevndin.