«2024»Í dag«Apr»
1 2 3 4 5 6 7
8 9 10 11 12 13 14
15 16 17 18 19 20 21
22 23 24 25 26 27 28
29 30          
M T M H F L S

Sunnudagin 18. februar 2018 var aðalfundur Vága Dansifelags í Beitinum.

Anna Elisa Jacobsen, sum hevur verið nevndarlimur í nærum 20 ár, bar seg undan afturvali, og í hennara stað var Bergfríð Næs vald.

Dánial Jákup Jørgensen og Lív Vilhelmsen stóðu ikki fyri vali hesaferð.

Nevndin skipaði seg soleiðis: 

Dánial Jákup Jørgensen, formaður, Lív Vilhelmsen kassameistari og næstformaður og Bergfríð Næs, skrivari. Tiltaklimir: Hans Pauli í Horni og Høgni Joensen.

Anna Elisa hevur verið okkum holl hesi 20 ár, hon hevur havt ábyrgd í felagnum. Góð í ráðum, ikki minst tá tað snúði seg um fíggjarliga partin. Hon er eisini tann, sum hevur tikið sær av útleiging av Beitinum. Tað verður stórur saknur hjá nevndini. Men hon hevur lovað at geva okkum eina hjálpandi hond, tá tørvur er. Og tað fer at koma væl við.