20. oktober 1956 andaðist Mikkjal Dánialson á Ryggi 77 ára gamal.
Til heiðurs fyri henda mentamann, sum hevur latið so nógv dygdargott og fjølbroytt úr hondum, skipa Vága dansifelag og Visit Vágar dagarnar 29. og 30 oktober fyri framsýning, kvøldsetu, kirkjugongd, sálmasangløtu og almennum barna- og vaksnamannadansi.
Skrá:
29. oktober.
klokkan 1500 -
1800: Framsýning í Miðvágs skúla
klokkan 1900: Kvøldseta í Marghøllini í
Sørvágs skúla
Felagssangur,
prát um Mikkjal í gerandislívinum og upplestur, Vágakórið
30. oktober.
klokkan 1000: Morgunmatur í kirkjukjallaranum í Miðvági
klokkan 1100: Minningargudstænasta um Mikkjal á Ryggi í
Miðvágs kirkju.
klokkan 1500: Sálmasangur í Miðvágs kirkju, Vágakórið
luttekur.
klokkan 1700 – 2000: Framsýning í Miðvágs
skúla
klokkan 1900 – 2000: Almennur barnadansur í Beitinum í Miðvági
klokkan 2000: Almennur føroyskur dansur í Beitinum í Miðvági
Nógvar góðar kreftir hava gjørt, at tiltakið kann vera so fjølbroytt:
Og ikki minni tey, sum hava nýtt tíð og orku til innihald og karmar um tiltakið.Miðvágs Forminnafelag, sum eigur framsýningina
Miðvágs kirkjuráð, sum bjóðar morgunmat, letur kirkjuna til gudstænastu og sálmasangløtu og presti
Vágakórið, sum syngur til tiløkini
Sørvágs skúli og Skúlin á Giljanesi, sum lata høli.