Vit eru boðin í veitslu á Sandi!

29. oktober eru vit boðin í ársveitslu hjá Leikum Fagurt. Vit fara suður við Teistanum kl. 15.50, og bussur er á keiini í Skopun og tekur ímóti okkum. Vit vera sett av har vit gista, og hava síðani tíð at koma uppá pláss hjá vertunum og skifta, um tað er neyðugt.

Til samanskotsgildið vóru 14, sum teknaðu seg, og vit vóna at enn fleiri tekna seg. Tit kunnu tekna tykkum við at viðmerkja á facebook bólkinum, skriva til onkran í nevndini ella skriva til mín á tlf. 278149. Freistin er 14. oktober.👫