Tøkum Lætt býður í veitslu

Í samband við at Tøkum Lætt í ár fyllir 25 ár, bjóða tey til veitslu í Sjónleikarhúsinum tann 24. november.

 

Góður matur er á skránni, tríggir rættir við víni ella sodavatni afturvið. Út á náttina fáa vit morgunmat.


Tað ræður um at tekna seg skjótt, tí tað er bert pláss fyri uml. 300 fólkum. Tí hava vit sett síðstu freist at tekna seg til 17. oktober.

 

Luttøkugjald er 250 kr. fyri hvønn.

 

Tú kanst tekna teg við at gjalda á konto hjá Vága Dansifelag
9181-1249837, viðmerk: TL og navn.