Rivjakvøld

Árliga rivjakvøldið verður leygarkvøldið 5. desember klokkan 7 í Beitinum.

Sum vant verður borðreitt við góðum rivum og onkrum at leska seg við.

Vit vænta, at sangurin fer at runga, sum hann plagar, og at dansurin glymur í høll.

Kostnaður fyri kvøldið er 150 krónur.

Tit kunnu tekna tykkum hjá einum av nevndarlimunum í seinasta lagi hóskvøldið.