Mikkjal á Ryggi 140 ár

  



Skipað verður fyri minningarhaldi í Miðvági í
samband við, at tað tann 17. oktober eru liði 140 ár, síðan Mikkjal Dánjalson á
Ryggi varð borin í heim í Beitinum á Ryggi í Miðvági.



 



Tað er Vága Dansifelag, sum í dag eigur barnaheimið
hjá Mikkjali, ið skipar fyri haldinum.



 



Hátíðarhaldið verður tó ikki sjálvan
føðingardagin, men sunnudagin 20. oktober, sum  tó eisini er ein merkisdagur. Hendan dagin
eru liðin 63 ár, síðan Mikkjal doyði í Hoydølum.



 



Tiltakið er tvíbýtt. Ein kirkjuligur og ein
meira verðsligur partur.



 



Byrjað verður í Miðvágs kirkju klokkan 17.00,
har sálmar hjá Mikkjali verða sungnir, og Jákup Reinert Hansen, prestur og
lektari í søgu, fer at halda fyrilestur um Mikkjal á Ryggi og partar av
skaldskapi hansara.



 



Eftir kirkjuliga partin verður farið yvir um
vegin í Beitið, har farið verður upp á gólv, og sungið og kvøðið verður burtur
úr rúgvuni av sangum, vísum og kvæðum, sum Mikkjal á Ryggi hevur yrkt.