Landsdansistevnan 2024

 

Vága dansifelag skipar, vegna Sláið Ring, fyri landsdansistevnuni 2024.



Stevnan verður í ítróttahøllini á Giljanesi tann 11. mai 2024.



Luttøkugjaldið er 300 kr. fyri hvønn, men ung undir 30 ár, sum hava goldið
limagjald til Ung í dansi, gjalda 100 kr.



Tilmeldingarfreistin er í seinasta lagi 26. apríl 2024.
Tilmeldingarnar fara fram hjá dansifeløgunum hvør sær, og síðani melda
dansifeløgini til við telduposti til vagadansifelag@ymail.com,
og gjaldið fyri luttøku flyta dansifeløgini samlað inn á konto hjá
fyriskiparunum.



Luttøkugjaldið verður flutt á konto nr. 9181 1249837