Landsdansistevnan 2019

Landsdansistevnan verður á Eiði 11. mai. 

Luttøkugjaldið er 300 krónur fyri hvønn, og til at melda teg til, skalt tú flyta pengarnar á konto 9181 1249837 og viðmerkja LS og navn títt í seinasta lagi 12. apríl. 

Vit fara at kvøða vísuna hjá Mikkjali á Ryggi: Eg havi verið fermur og ungur og Jónvør Petersen í Bø skipar. 


Skrá:

Kl. 16.30: Vit møtast á Vaglinum, har stevnan verður sett. Aftaná kvøða vit eina ella

tvær stuttar vísur. Tá tað er liðugt, verður gingið niðan í skúlan,

Um veðrið ikki er til vildar, møtast vit í skúlanum.


Kl. 18.00: Borðhaldið byrjar í ítróttahøllini (sum er partur av skúlanum).

Eftir borðhaldið verður farið í Mentanarhøllina, har dansað verður (er eisini partur av

skúlanum).


Kl. 02.00: Morgunmatur verður í ítróttahøllini.


Kvæðaskráin verður hendan:

Kvøðið verður í hesi raðfylgju:
1. Dansifelagið á Látrinum Dvørgamoy I (60) Hjalmar Kollslíð
2. Norðstreymoyar Dansifelag Jeg ser så mangt et orlogskib (31) Hans Dávid Vík
3. Ung í Dansi Brókatáttur (49)
4. Dansifelag Kaggans Bøhmerlands dronningen (23) Katrin Johansen
5. Sumbiar Dansifelag Geyti Áslakson, seinni partur (40) Sólfinn Kjærbo
6. Tvøroyrar Dansifelag Guttormsvísa (25) Kristian Olsen
7. Vága Dansifelag Eg havi verið fermur og ungur (11) Jónvør Petersen
8. Stígur Fast og Leikum Fagurt Vilmundskvæði (80) Tormóð Nielsen
9. Fótatraðk Fípan Fagra (53) Birita Jóhansdóttir
10. Klaksvíkar Dansifelag Ebbe Skammelsøn (64) Leivur Jacobsen
11. Eysturoyar Dansifelag Norska Løva (22) Kathrina Hansen
12. Jómsvíkingar Jómsvíkingar (35) Arnfinn Bjarkhamar
13. Tøkum Lætt Kong Sverke (40) Jóna Jimenez

Talið á ørindum er 533 tilsamans.
Hettar tekur millum 3½ og 4 tímar at kvøða.