Havleikur

Stóra norðurlendska dansistevnan HAVLEIKUR 2022 verður í Havn miðskeiðis í juli 2022 

 Hetta er partur av Nordleksamstarvinum, og verður hetta triðja ferðin at stevnan verður í Føroyum – seinast var í 2008, fyri 14 árum síðani.

Byrjað verður við sokallaðu summarleguni á Sandi, ið byrjar 10. juli og endar 13. juli 2022. Hetta er lega fyri ung í aldrinum 15-25 ár. Sjálv HAVLEIK stevnan er í døgunum 12. til 17. juli 2022. Ho byrjar12. juli við at flestu útlendsku gestirnir koma til Føroya og stevnan verður sett 13. juli. Dansurin á stevnuni verður í høvuðsheitum í Norðurlandahúsinum um kvøldarnar. Leygardagin 16. juli verða dansiframførslur ymsa staðni í Havn. Leygarkvøldið 16. juli verður galladøgurði, og flestu útlendsku gestirnir væntast at fara avstað sunnudagin 17. juli. Vit rokna við eini 500 útlendskum luttakarum og eini 300 føroyingum.

Hetta er partur av Nordleksamstarvinum, og verður hetta triðja ferðin at stevnan verður í Føroyum – seinast var í 2008, fyri 14 árum síðani.

Dansifeløgini í Føroyum hava ymsar uppgávur.

Meira kunning um hvat er at fara til og kostnaðin sæst her: https://sr.fo/tilmelding-til-havleik-2022-foroyingar/?fbclid=IwAR15E8ZX47MkTMSYgcdPp5ate5ZflfZ8z7k0Eu4L-OHxnT_t24ZvAXl1fn4


Limir í Vága dansifelag melda til hjá nevndini, send teldupost til  vagadansifelag@ymail.com