Føroya regatta á Sørvági



Leygarkvøldið 4. juli koma skipini, sum luttaka í Føroya regatta, á Sørvág.

Ætlanin er at fara upp á gólv á bryggjuni, og tí verður heitt á Vága dansifelag - og annars øll, sum hava hug at dansa - at møta úti á Bakka í Sørvági komandi leygarkvøld kl. 9 at kvøða og dansa eina vísu ella báðar tvær. Vit skulu ikki vera í føroyskum klæðum, tað er almennur dansur :-) Vónandi møta vit fjølment :-)