Eysturoyrartúrurin

Fríggjakvøldið fara vit at vitja Eysturoyar Dansifelag.

Bussurin fer úr Bø klokkan 19:30.

Fólk verða tikin upp á vanligu steðgistøðunum á leiðini.

Vit fara heimaftur klokkan 01:00.

Alt tiltakið er ókeypis.

Pláss eru enn í bussinum, so tað er bara at siga nevndini frá helst ikki seinni enn kl. 19:00 hóskvøldið.

Eysturoyingar fara at skipa Ebbe Skammelsøn og Rudisar vísu, og so er frítt at skipa. Tá ætlaðu vit, at Edvard skuldi taka Grindavísuna.