Aðalfundurin 2015 var í dag 1. mars




Nú hava vit hildið aðalfundin 2015.

Tveir nevndarlimir stóðu fyri vali: Dánial Jákup Jørgensen, formaður, og Paula Vilhelmsen, næstformaður.
Paula bar seg undan afturvalið, og í hennara stað varð Lív Vilhelmsen vald. Elspa Suffía Joensen og Hans Pauli í Horni vóru vald til varalimir.

Nevndin skipaði seg soleiðis:
Dánial Jákup Jørgensen, formaður
Lív Vilhelmsen, næstformaður og skrivari
Anna Elisa Jacobsen, kassameistari

Vága Dansifelag takkar Paulu fyri tey 26 árini í nevndini.