13. kvøldsdansur í Sjónleikarhúsinum í Havn






















FØROYSKUR
DANSUR Í SJÓNLEIKARAHÚSINUM



Aftur í ár skipar Tøkum Lætt fyri tí
vælumtókta 13. kvølds dansi, sum í ár verður leygarkvøldið tann 7. januar. Sum
vant dansa vit í Sjónleikarahúsinum, byrjað verður kl. 22.  Smurt breyð, kaffi og te og smákøkur verða at
fáa út á náttina. Tað vísir seg, at hesin dansurin er blivin ein traditión hjá
nógvum, fleiri meina, at hann minnir nógv um góða gamla navigatiónsdansin:)                Barnadansurin hjá Tøkum Lætt
byrjar aftur sunnukvøldið 8. januar kl. 19, øll eru vælkomin.