«2024»Í dag«Apr»
1 2 3 4 5 6 7
8 9 10 11 12 13 14
15 16 17 18 19 20 21
22 23 24 25 26 27 28
29 30          
M T M H F L S

Vága dansifelag hevur hildið aðalfund í kvøld, sunnukvøldið 31. mars.

Nevndin hevði uppskot um broyta talið av nevndarlimum frá trimum til fimm, og at tríggir nevndarlimir skuldu veljast hvørt stakár og tveir hvørt parár. Hetta varð samtykt.

Tveir nevndarlimir stóðu fyri vali. Tað vóru Dánial Jákup Jørgensen, formaður, og Lív Vilhelmsen, næstformaður og kassameistari. Nú lógin varð broytt, máttu tí 4 nevndarlimir veljast hesaferð. Dánial Jákup segði frá, at hann tók ikki við afturvali.

Í nevndina vórðu vald: Lív Vilhelmsen, Høgni Joensen, Edvard í Skorðini Joensen og Ann-Marie Petersen. Bergfríð Næs stóð ikki fyri vali, so hon heldur fram til næsta ár. Til varalimir vórðu Paula Vilhelmsen og Annette Henriksen valdar.